FÁ EIN
SMIDLIGARI
ARBEiÐSDAG

EIN SMIDLIGARI
ARBEIÐSDAG
Tænastukervið er grundarlagið undir okkara tænastum. Ráðgeving, uppsetan á staðnum, upplæring av brúkarum, teknisk uppsetan og bráðfeingis support. Hvørt til sína tíð. Vit eru við frá byrjan og síðani við á síðulinjuni.
KT kann vera ein torgreiddur heimur. Skipanir duga sítt hvør sær, skipanir kunnu snakka saman, og skipanir skulu forankrast í einari fyritøku. Tað hevur týdning at greina tørvin og tryggja, at endarnir røkka saman, áðrenn ein verkætlan verður sett í gongd. Vit hjálpa til, har tørvur er á tí.
Dagføringar av licensum, stýrisskipanum, ritbúnaði ella umsiting av serligum mannagongdum, ið kunnu lætta um. Tønastutoymið er til fyri at tryggja okkara kundum ein smidligari arbeiðsdag.
Klárgerð av teldum, konfigurering av útgerð og ritbúnaði, útgerð monterast, teldur klárgerast osfr. Er hetta ikki ordiliga nakað fyri teg, so gera vit tað fegin fyri teg.
Einhvør loysn krevur eina skilagóða verksetan. Tøknin er ikki betri, enn brúkarin er til at brúka hana. Upplæring, endurupplæring, vegleiðingar, servegleiðingar og víðkaðar workshops. Vit skipa okkum saman við tykkum til hvørja verkætlan.
Tørvurin er ymiskur. Summi hava tørv á hjálp í føstum intervallum; onnur eftir tørvi.Vit kunnu agera sum innanhýsis KT-fólk: um tað er vikulig vitjan, mánaðarlig vitjan, ella tá boð verða send eftir okkum. Vit kunnu taka fulla ábyrgd av einum ella fleiri KT-økjum.
Brúkarasupport ella teknisk support. Vit svara bráðfeingis fyrispurningum og avbjóðingum við einum smíli hvønn dag frá 8 til 22.