FÁ eitt
smidligari
FUNDarvirksemi

Fullfíggjað
fundarvirksemi
Fundarvirksemið skal vera brúkaravinarligt, og tøknin snild og álítandi. Eingin loysn er snildari enn tann, ið dugir at brúka hana. Tí er neyðugt at hugsa um verandi karmar, og hvørji arbeiðsøkini eru, ið loysnin skal lætta um ella stuðla undir. Hesum hjálpa vit við.
Við drúgvum royndum innan fundarvirksemi hava vit neyðugu førleikarnar at ráðgeva og vegleiða virkjum og stovnum, stórum sum smáum, um hvat hóskar seg júst til tørvin.
Fyrireiking
Góð fyrireiking er grundarlagið fyri einum góðum fundi: Skráseting av vitjandi gestum, virtuellum gestum, kaffi til fundin og útgerð annars.
Fundur
Ein góður fundur er smidligur og effektivur. Við haldgóðari útgerð og proaktivum viðlíkahaldi tryggja vit, at útgerð og stýrisskipanir eru dagførdar og tosa sama mál sum teldur, telefonir o.a hjá brúkaranum.
Support
Er eitt óhapp hent, so er neyðugt at minka mest møguligt um órógv á fundinum. Við bráfeingis support eru vit altíð til reiðar at hjálpa.
Optimering
Heimurin flytur seg, og tøknin flytur seg við. Okkara serliga skipan skrásetur týðandi dátur, um hvør brúkar útgerðina – og hvussu – umframt feilboð og annað. Á henda hátt kunnu vit út frá veruligum hendingum so hvørt tillaga loysnina og karmar eftir tørvinum.
ALT Á EINUM STAÐ

Videofundir

Framløgutøkni

Skrásetingarskipanir

Rúmstýring

Fundarhølisskíggjar
Skráseting gevur yvirlit og eina smidliga byrjan. Skráset gestir, fundarhølir, bilar og kaffi til fundin v.m.
Touch, LCD ella LED? Tað er umráðandi at velja rætta skíggjan til rætta endamálið. Er hølið serliga ljóst? Eru fundirnir interaktivir? Ella skal skíggin kunna beinast burtur, tá ið fundurin er av? Vit taka atlit til tykkara endamál og tykkara karmar og ráðgeva, so tit fáa besta úrslitið.
Tað finnast nógvar ymiskar loysnir til videofundin. MS Teams, Zoom, Pexip, Webex osfr. Endamálini eru eisini ymisk: Er talan um videofund, videoviðtalu, videovenjing ella videoeftirlit? Ráðfør teg við við okkum – so fáa tit røttu loysnina til rætta endamálið.
Ein rúmsyring sameinir ymisku tøknina í eina og somu stýring; heldur enn eina fjarstýring til skíggjan, eina aðra fjarstýring til ljóðið og eina triðju til videoeindina. Ein rúmstýring kann gera tað mest torgreidda fundarhølið einfalt.
Framløgutøknin er líka ymisk, sum framløgurnar eru tað. Skal framløgan verða tráðleys ella við kaðali? Umvegis snildfon, PC ella Mac? Ella kanska alt í einari loysn? Vit ráðgeva til røttu loysnina.