FÁ EINA SMIDLIGARI
SKRIVSTOVU
TANN RÆTTA
ÚTGERÐIN
Starvsfólkini skulu hava góðar umstøður at arbeiða í.
Skrivstovur eru ikki, sum tær plagdu at vera. Í dag arbeiða vit ikki einans á arbeiðsplássinum, men eisini heimanífrá, í bussinum, umborð á ferjuni, í flogfarinum osfr. Og er teldan, knappaborðið, músin ella printarin tá í lagi, so avrika vit betur.
Á Skrivstovuni
Heima
Á ferðini
ALT Á EINUM STAÐ
Teldur
Tilhoyr
Skíggjar
SaaS
Kopi og print
Lítlan skíggja ella stóran skíggja? Ein skíggja ella tveir skíggjar? Skíggjar finnast í óteljandi støddum og formatum. Her veldst tað um tørvin hjá tykkum og endamálið við skíggjanum.
Teldan er virðismiklasta arbeiðsamboðið hjá okkum flestu. Um okkurt óhapp skuldi hent, so er gott at vita, at hjálp er at fáa. Við Lenovo og egnum telduverkstaði ert tú altíð í tryggum hondum.
Tað er ymiskt frá starvi til starv, hvat fyri teldutilhoyr er viðkomandi. Vit taka hædd fyri tær og tínum og tryggja, at tit hava rætta tilhoyrið til rætta arbeiðið. Ergonomi, útsjónd og funktión eru lyklaorð, tá ið tað snýr seg um myndatól, knappaborð, skíggja osfr.
SaaS er ritbúnaður sum ein tænasta – eitt nú Office 365, Password Manager, Signature Manager, Backup, Antivirus v.m. Vit samanseta eftir tørvi.
Kopi og prent skal vera nemt og ómakaleyst – óansæð um tað er frá sjálvari maskinuni, telduni ella telefonini, á tí stóru skrivstovuni ella á skrivstovuni hjá stjóranum, í kaffistovuni ella heima við hús. Við álítandi útgerð og serligum forritum tryggja vit, at útgerðin er støðug og haldgóð, og at fólkið dugir at brúka loysnina.