FÁ
BOÐSKAPIN
ÚT
EIN SKIPAN
– NÓGVIR SKÍGGJAR
Við kunningarskíggjum er tað lætt og ómakaleyst at fáa boðskapin út.
Er endamálið at selja eina vøru, skipa kunningina innanhýsis, fanga uppmerksemið ella annað, so hóskar loysnin seg. Vit ráðgeva stórum sum smáum um, hvat er rætta loysnin til endamálið.
Online stýriskipan
Stórskíggjar
Inniskíggjar
Videoveggir
Uttandura
Touch
ALT Á EINUM STAÐ
Útiskíggjar
Inniskíggjar
Vindeygaskíggjar
Tvískíggjar
Stórskíggjar
Tvískíggjar venda báðar vegir. So kanst tú bæði bjóða vælkomin til tey, sum eru á veg inn, og biðja farvæl til tey, sum eru á veg út. Alt við einum og sama skíggja.
Við inniskíggjum kunnu tit kunna fólk, ið ferðast inni hjá tykkum. Tað veri seg starvsfólkini í kantinuni, viðskiftafólkini í móttøkuni, inni í handlinum osfr. Endamálini eru mong.
Útiskíggjar eru harðførari enn aðrir skíggjar. Teir kunnu hangast við bussskýlið, uttan fyri skúlan ella á handilsveggin – har tú hevur hug. Hesir tola bæði sól, vind og regn.
Vindeygaskíggjar hóskar væl í vindeyganum ella í móttøkuni, um har er sera ljóst. Teir hava serliga høga ljósstyrki, sum ger, at skíggin sæst í myrkri, og tá ið sólin stendur á.
Skalt tú veruliga síggjast, so skalt tú hava ein stórskíggja. Hesir kunnu hanga inni ella úti, og teir verða bygdir til júst tann veggin, teir skulu hanga á: Auditoriið, húsaveggin, hondbóltshøllina, fótboltsvøllin osfr.