January 2023
Seinast í november fluttu vit alt okkara virksemi oman á Skálatrøð


Vit arbeiða nú av øllum alvi við at byggja eitt showroom og ein handil til vinnuna, ið hevur alla útgerð til skrivstovu virksemi.
Vit gera eitt showroom, har vit vísa fram kunningarskíggjar og hvussu arbeiðsdagurin kann gerast smidligari. Eisini er okkara telduverkstaður við at blíva 100% liðugur.
Tað fer at bera til hjá vinnukundum at støkka inn á gólvið hvønn dag eftir vørum ella fáa kunning um eitthvørt innan fundarvirksemi, kunningarvirksemi, skrivstovuvirksemi ella tænastukervi hjá okkum.