Nýtt: Nú bjóða vit verksetan
Sera nógvir stovnar og fyritøkur hava atgongd til Microsoft 365, men tey flestu gagnnýta als ikki teir møguleikar, sum eru í hesum stóra amboðskassa. Av tí at eingin fyritøka ella stovnur er líka, og Microsoft 365 amboðskassin er so stórur, ynskja vit í Framskák at bjóða ymiskar samansettar pakkar og skeið, sum eru tillagað júst til tykkara tørv. Heldur enn at halda skeið, har tit ella vit koma og fara, ynskja vit at byggja upp eitt samstarv, har vit við støði í tykkara tørvi hjálpa tykkum at koma harfrá sum tit eru, hartil sum tit ynskja.
Niðanfyri síggjast nakrir pakkar og einstøk skeið, sum vit hava sett saman. Vit leggja dent á, at allir pakkar kunnu tillagast og setast saman á ymiskan hátt. Ein partur av pakkunum og skeiðunum er, at vit hava eitt innleiðandi prát við tykkum, har vit við støði í tykkkara tørvi avtala, hvussu skeiðið skal tillagast. Eisini er møguligt at gera eitt tilkeyp, har vit fylgja skeiðunum upp og tryggja, at tit koma á mál við tí, sum ætlanin var við skeiðunum.
Hesar pakkarnar bjóða vit:
Microsoft365 - Grundpakki
Microsoft365 - Víðkaður pakki
Microsoft365 - Samskifti og samstarvspakki
Microsoft365 - Verkætlanarpakki
Samskifti og samstarv við Microsoft Teams
Filudeiling í OneDrive og Sharepoint
Samstarv í Sharepoint
Snildari notatir við OneNote
Smærri forrit sum kunnu knýtast aftrat pakkum ella umbiðjast sum serstøk skeið:
- Forms - til eftirmeting, innbjóðingar o.a. Les meira her: Innleiðsla til Forms
- Planner - uppgávustýring til smærri verkætlanir. Les meira her: Uppgávustýring við Planner
- Power Automate - automatisering av arbeiðsgongdum. Les meira her: Um Power Automate
- Sway - at gera lættar og fangandi síður. Les meira her: Innleiðsla til SWAY
- ClipChamp - amboð til lættari filmsviðgerð. Les meira her: Quick and easy video editor | Clipchamp