May 2022
Framskák keypt Teldutænastuna
Í mai 2022 keypti Framskák Teldutænastuna.
Teldutænastan hevur í nógv ár fingist við sølu av teldum, teldutænastur, kopi & prent og KT support. Framskák hevur síðani 2013 lagt fullan dent á fundartøkni, kunningarskipanir og -skíggjar.
Framyvir fara vit at veita tænastu og sølu og hava stórt fokus á tað vinnuliga økið
“Tað var eitt natúrligt stig í menningini at keypa Teldutænastu” sigur Sigmund Mikkelsen, stjóri. Við samanbræðing av tveimum sterkum KT fyritøkum, styrkir Framskák um toymið og tænasturnar. Tað snýr seg um at gagnnýta hvønn annan, og við at leggja saman økja vit munandi um okkara virksemi og standa sterkt á marknaðinum. Heiti “Teldutænastan” fellur burtur,Teldutænastuhandilin letur aftur og øll søla til privata kundan steðgar. “Framyvir fara vit at veita tænastu og sølu og hava stórt fokus á tað vinnuliga økið” sigur Sigmund.
No items found.