Back
Valmynd

Talgild skelting

Les meira

Stýr tínum skíggjum

Fá boðskapin út skjótt, gott og lætt. Ein talgild kunningarloysn til bæði uttanhýsis og innanhýsis samskifti. Til ber at vísa alt frá myndum og teksti til umfatandi lýsingarátøk við livandi myndum og grafikki. Alt tilfar kann lættliga leggjast á skíggjarnar uttan mun til um tú...

Talgild skelting

Fá boðskapin út skjótt, gott og lætt. Ein talgild kunningarloysn til bæði uttanhýsis og innanhýsis samskifti. Til ber at vísa alt frá myndum og teksti til umfatandi lýsingarátøk við livandi myndum og grafikki. Alt tilfar kann lættliga leggjast á skíggjarnar uttan mun til um tú ert í Føroyum, uttanlands, heima við hús ella á arbeiðsplássinum. Skipanin er sera løtt at brúka og kan tillagast til eitthvørt endamál.

Talgild
skelting

  • Online stýring

    Uttan mun til hvar tú ert, á skrivstovuni, uttanlands ella heima við hús, so ber til at stýra skíggjanum. Tú ritar bara inn og avgreiðir tíni viðurskifti, har tú ert.

  • Alt tilfar

    Til ber at leggja øll sløg av tilfari út á tín skíggja: Myndir, video, heimasíður ella youtube-brot osfr.

  • Einfald uppsetan

    Í skipanini eru skabelónir, sum nøkta tørvin hjá teimum flestu. Til ber eisini til at gera tína egnu skabelón. Tú avger, hvussu skíggin verður býttur upp – alt eftir tínum tørvi.

  • Tíðaráseting

    Fyri at røkka tínum málum/tínum kundum, kanst tú neyvt leggja eina ætlan fyri, nær títt tilfar skal leggjast út. Til ber at áseta innihaldið á skíggjanum hvønn tíma, hvønn dag, hvønn mánað ella enntá hvørt ár.

  • Skíggjar

    Vit veita bæði stórar og smáar skíggjar, bæði til innandura og uttandura.

  • Ein heildarloysn

    Vit takað okkum av øllum. Vit ráðgeva, veita bæði skýggjarnar og forrit, hjálpa at seta upp á staðnum og læra teg at brúka loysnina.

Hetta siga kundar okkara

  • “Fyrr brúkti eg fleiri tímar til at leggja tilfar á geymar – nú stýri eg øllum skíggjum online. Eg kann rita inn, og gera broytingar uttan mun til, hvar eg eri staddur. ”

    Áki Vang Poulsen Retail og marknaðarstjóri í MAGN