Back
Valmynd

Clickshare

Les meira

Eingir leidningar, eingir umformarar og einki órudd.

Fá ein lættari og virknari fund við Clickshare. Flyt framløguna tráðleyst frá telduni, teldlinum ella fartelefonini á stórskýggjan. Við dongli frá Clickshare sleppur tú undan leidningum og eyka forritum. Set dongulin í og trýst á knøttin. Meira skalt tú ikki hugsa um.

Clickshare

Fá ein lættari og virknari fund við Clickshare. Flyt framløguna tráðleyst frá telduni, teldlinum ella fartelefonini á stórskýggjan. Við dongli frá Clickshare sleppur tú undan leidningum og eyka forritum. Set dongulin í og trýst á knøttin. Meira skalt tú ikki hugsa um.

ClickShare ger fundarvirksemi effektivari.

Ger tað einfaldari at deila framløguna á tíni teldu, fartelefon ella teldli upp á stórskíggjan. Set ClickShare til og trýst fyri at deila. Einki stríð. Einki órudd. Bara ein nógv einfaldari og effektivari fundur.

Eingir káplar

Slepp undan at leita eftir káplum, umformara og øðrum óruddi. ClickShare verður sett til við USB. So sendir tað tráðleyst til stórskíggjan.

Trýst fyri at deila

Tá ClickShare er sett til telduna, trýstir tú á knøttin fyri at fáa myndina upp á stórskíggjan. Og tær nýtist einki forrit at taka niður. Tað riggar bara.

Riggar til allar eindir

ClickShare riggar til allar teldur, skíggjar og sjónvørpur – tú kanst enntá vísa myndir frá eitt nú snildfon og teldli umvegis app, AirPlay og MirrorOp.

Royn Clickshare áðrenn tú keypir tað

Ynskir tú eitt brúkaravinarligt fundarhøli? Set teg í samband við okkum fyri at royna Clickshare, áðrenn tú keypir tað.

Hetta siga kundar okkara

  • “ClickShare er deiliga einfalt. Tú trýstir á ein knøtt, og so riggar tað. Tað er gott at sleppa undan káplum og at taka úr einari teldu og seta í eina aðra. Við tveimum eindum í einum setti, kunnu tvær teldur lættliga skiftast um at vísa uppá stórskíggja bert við at klikkja á ein knøtt.”

    Áki V. Poulsen Retail og Marknaðarstjóri í MAGN
  • “Clickshare hevur lætt mundandi um fundarvirksemi, tá tað kemur til framløgur”

    Ingi Vestergaard Menningarstjóri á BankNordik
  • “Tann brúkaravinarligasta loysnin eg havi sæð.”

    Ingi Mittún Umsitingarleiðari hjá Landsjúkrahúsinum
  • “Framúr góð góðska.”

    Eyðun Mørkøre Stjóri á TAKS