Stórskíggjar

  • [ Talgilt skelting

  • [ Lýsingarskíggjar

  • [ Máltalvur

Expromo

Sum einasti góðkendi veitarin av Expromo í Føroyum, umboða vit fremsta framleiðaran av LED stórskíggjum í Evropa. Vit eru størsti veitari av stórskíggjum í Føroyum og hava veitt umleið 30 skíggjar, sum vit samstundis halda við líka. Skíggjarnir kunnu tillagast til ein og hvønn tørv.

Bið um tilfar

Góðkendir til veðurlagið

Skíggjarnir halda til føroyska veðurlagið.
Umframt at skíggjarnir nú hava prógvað sína dygd og haldføri í Føroyum, veita vit saman við Expromo 5 ára trygd og tænastu upp á allar stórskíggjar.
Harvið ert tú tryggjaður móti ógvusligari tering og annað, sum hevur fingið nógvar stórskíggjar í Føroyum at ganga fyri eftir stuttari tíð. Við ljósfølarum og fyrstafloks LED panelum fært tú eina optimala myndauppliving, óansæð um sólin skínur, ella um tað verður myrkt.

Allar støddir

Okkara stórskíggjar kunnu byggjast eftir tørvi. Teir verða samansettir av puntum og kunnu tí gerast í øllum støddum og skapum, so teir hóska til ávísar staðsetingar, veggjapláss ella smogur. Teir kunnu uppsetast loddrætt ella vatnrætt, beinleiðis á vegg ella á fót.

inni, í vindeygað, samansett, úti, touch...

Vit veita skíggjar
til alskyns endamál

Innandura skíggjar

Innanhýsis kunning, lýsing í handlinum, leiðbeining, hølisyvirlit, matarskrá í kantinuni? Tørvurin er ymiskur. Vit tryggja, at veitti skermurin er egnaður til endamálið.

Vindeygaskíggjar

Serligar staðsetingar krevja serligar skíggjar. Stendur sólin beint á skíggjan? Skal hann hanga loddrætt ella vantrætt? Skal hann vera tendraður alt samdøgrið? Alt hetta hevur týdning, tá skíggin skal veljast.

Uttandura skíggjar

Uttandura skíggjar fáast í øllum støddum og sniðum, á stativi, á veggi, hangandi úr lofti, stórir og smáir.
Okkara skíggjar hava prógvað sítt haldføri í føroyska veðurlagnum.

Touch-skíggjar

Til skúlastovuna, til fundarhølið ella í verkætlanarrúminum. Vit veita eitt breitt úrval av brúkaravinarligum touch-skíggjum.

Video-veggir

Video-veggir fáa fólk at steðga á og gerast bilsin. Tú kanst venda teimum loddrætt ella vatnrætt, eins og tú kanst byggja teir upp, júst sum tær lystir. Til dømis kunnu teir gerast í serstøkum skapi fyri at passa inn smogur ella vinklar.

Hvørja loysn hevur tú tørv á?
Ráðfør teg hjá okkum
Vit gera eisini serloysnir til tín, so tú fært bestu sjónligheit.

Rætta loysnin veldst um tín tørv og tínar fysisku karmar.
Tí hava vit stórt úrval bæði av skipanum og fysisku útgerðini, ið skal tryggja tær eina góða uppliving - hvørja ferð.
Skriva til okkara
Ring 717101
Tilvísingar

Loysnir til stór og smá virkir