Framskák veksur støðugt og er fremsti føroyski veitarin av kunningarskíggjum og fundartøkni.
Vit vilja vera fremst í huganum hjá føroysku vinnuni, tá ið tað snýr seg um fundartøkni og kunningarskíggjar.
Tøkningurin, vit leita eftir, skal, umframt umsiting og menning av KT-skipanum og support, stuðla sølutoyminum við tekniskari skjalfesting og aðrari tekniskari serfrøði.
Tað er umráðandi, at tað fellur tær natúrligt at vilja tað besta fyri kundan.
Tú verður ein týðandi partur av einum vaksandi toymi av serfrøðingum í tekniskum tænastum til vinnuna.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Arbeiðsstaðurin er á Skálatrøð í Havn.
Send umsóknina innan 30. Apríl til starv@framskak.fo
Hevur tú spurningar, ella vilt tú frætta meira um starvið, so ring til stjóran, Sigmund Mikkelsen, á tlf. 717101