Starvslýsing

Royndur søluráðgevi

Vit sóknast eftir einum søluráðgeva, sum kennir føroyska vinnulívið og megnar at eyðmerkja tørvin hjá kundanum.

Vit hava tørv á einum royndum sølufólki at tryggja framhaldandi vøksturin og nøgdsemið í okkara kundaskara. Tú hevur hollar royndir við sølu og kundatænastu, kennir vinnuna og ert vanur/von at taka ábyrgd og arbeiða sjálvstøðugt.

Framskák er fremsti føroyski veitarin av stórskíggjum, talgildari skelting, fundarhølum og loysnum til videofundir. Vit hava fleiri enn 100 føroyskar fyritøkur og stovnar sum kundar og eru føroyskt umboð fyri fremstu loysnirnar á okkara øki. Vit vilja vera fremst í huganum hjá føroysku vinnuni, tá tað snýr seg um loysnir og nøgdsemi.

Tað er umráðandi, at tað fellur tær natúrligt at vilja tað besta fyri kundan, og at tú ert førur fyri at tryggja, at kundin kemur á mál við valdu loysnini. Tú megnar at eyðmerkja tørvin hjá kundanum og gongur fremst, tá loysnin skal verksetast. Soleiðis tryggjar tú áhaldandi høga virðið og  nøgdsemið hjá kundanum.    

Vit ímynda okkum, at tú
  • hevur hollar royndir við sølu av loysnum til vinnuna
  • hevur góðan kunnleika til føroyska vinnulívið
  • hevur tekniskt hegni
  • dugir at samanseta tilboð, fylgja upp og veita góða kundatænastu
  • trívist við at dríva verkið sjálv/ur
  • hevur eina viðkomandi útbúgving
  • hevur jaligan hugburð og gott arbeiðslag
Tínar uppgávur vera at
  • tryggja framhaldandi nøgdsemi hjá okkara  kundum
  • leiða verkætlanir
  • menna nýggj tænastuøkir
  • tryggja framhaldandi vøkstur av kundaskaranum
  • menna tænastustøðið og -útboðið til verandi kundar
  • tryggja haldgóða kundarøkt

Tú verður ein týðandi  partur av einum lítlum, men sterkum toymi av serfrøðingum í tøkni og tænastu.

Talan er um fulltíðarstarv at byrja skjótast gjørligt.
Arbeiðsstaðurin er á Skansavegi 1 í Havn, men møguleiki er fyri lagaligari loysn, um tú býrt aðrastaðni í landinum.

Send umsóknina skjótast gjørligt og í seinasta lagið 28. Septembur tilsigmund@framskak.fo

Hevur tú spurningar ella vilt tú frætta meira um starvið, so ring til stjóran, Sigmund Mikkelsen, á tlf.  717101