Kunningarskíggjar

  • [ Lýsingarskíggjar

  • [ Kunningarskíggjar

  • [ Talgild skelting

Stýr tínum skíggjum

Við einføldu online skipanini kanst tú stýra tínum skíggjum beinleiðis av tíni teldu og lættliga skifta tilfar út, tá tú ynskir. Við snildu loysnini kanst tú m.a. planleggja tilfar fram í tíð, tendra og sløkkja skermar og integrera skíggjar við t.d. alarmskipan. Vit veita skíggjar, seta teir upp á staðnum og uppseta tekniskt.

Bið um tilfar

Arbeið effektivt

Nú kanst tú sleppa undan at prenta plakatir, skriva uppsløg, koyra út á deildir osfr. Sama hvar tú ert, kanst tú lætt útskifta tilfar, leggja til rættis tilfar fram í tíð og broyta uppseting á skíggjunum. Tú kanst skjótt fáa kunning út á allar deildir. Alt verður stýrt online, so eingin veitingartíð ella koyring er neyðug.

"Fyrr brúkti eg tímar, nú brúki eg fáar minuttir"
Áki Vang Poulsen, Marknaðarstjóri í Magn

inni, í vindeygað, samansett, úti, touch...

Vit veita skíggjar
til alskyns endamál

Innandura skíggjar

Innanhýsis kunning, lýsing í handlinum, leiðbeining, hølisyvirlit, matarskrá í kantinuni? Tørvurin er ymiskur. Vit tryggja, at veitti skermurin er egnaður til endamálið.

Vindeygaskíggjar

Serligar staðsetingar krevja serligar skíggjar. Stendur sólin beint á skíggjan? Skal hann hanga loddrætt ella vantrætt? Skal hann vera tendraður alt samdøgrið? Alt hetta hevur týdning, tá skíggin skal veljast.

Uttandura skíggjar

Uttandura skíggjar fáast í øllum støddum og sniðum, á stativi, á veggi, hangandi úr lofti, stórir og smáir.
Okkara skíggjar hava prógvað sítt haldføri í føroyska veðurlagnum.

Touch-skíggjar

Til skúlastovuna, til fundarhølið ella í verkætlanarrúminum. Vit veita eitt breitt úrval av brúkaravinarligum touch-skíggjum.

Video-veggir

Video-veggir fáa fólk at steðga á og gerast bilsin. Tú kanst venda teimum loddrætt ella vatnrætt, eins og tú kanst byggja teir upp, júst sum tær lystir. Til dømis kunnu teir gerast í serstøkum skapi fyri at passa inn smogur ella vinklar.

Hvørja loysn hevur tú tørv á?
Ráðfør teg hjá okkum
Vit gera eisini serloysnir til títt/tíni fundarhøli, so tað er skjótt og lætt at ringja onnur upp, sum skulu luttaka á videofundi.

Rætta loysnin veldst um tín tørv og tínar fysisku karmar. Tí hava vit stórt úrval bæði av skipanum og fysisku útgerðini, ið skal tryggja tær eina góða uppliving - hvørja ferð.
Skriva til okkara
Ring 717101
Tilvísingar

Loysnir til stór og smá virkir