Eitt fundarhøli skal vera brúkaravinarligt og smidligt, øll skulu duga at brúka tað, og tað skal rigga hvørja ferð. Tað ljóðar sum ein sjálvfylgja, men flestøll hava helst upplivað at brúka óneyðuga tíð at fáa tøknina at rigga.
Við serfrøði og royndum ráðgeva vit um og veita røttu loysnina til tørvin.
Vit miða altíð at hava sterk vørumerkir, so kundaupplivingin altíð er so smidlig sum gjørligt. Felags fyri vørurnar er at hetta eru altjóða kend vørumerkir.
Ein skíggi er ikki bert ein skíggi. Tað er týðningarmikið, at tú tekur hædd fyri umstøðunum og ráðførir teg um m.a. ljósstyrki, skygging v.m., tá tú velur skíggja.
Ger tað einfaldari at deila framløguna av tíni teldu, fartelefon ella teldli á stórskíggjan.
Rally Bar er ein alt-í-einum loysn til videofundir, við myndatóli, mikrofon og hátalara, ið hóskar seg væl til miðalstór til stór fundarhølir.
Cisco Room kit er ein sterk loysn til størri fundarhøli, har bæði video- og ljóðtól kunnu fylgja við luttakarum fyri at tryggja tí bestu góðskuna á fundinum.
Fyriskipa fundir smidligari við Ask Cody. Fá lætt og ómakaleyst eitt yvirlit yvir tøk fundarhølir og slepp undan órógvi. Við AskCody verður arbeiðsdagurin virknari og effektivari.
Til skúlastovuna, til fundarhølið ella í verkætlanarrúminum. Vit veita eitt breitt úrval av touch-skíggjum.
Summar fyritøkur brúka Ms Teams ella Pexip, aðrar Cisco Webex. Líka mikið hvør loysn hóskar best til tín tørv, so er avgerandi, at hon er brúkaravinarlig og smidlig. Vit hjálpa tær at greina tín tørv og veita bæði útgerð og infrakervi, uttan mun til hvørja loysn tú velur.
Vit eru serfrøðingar í talgildari skelting, og hjálpa tær at finna røttu loysnina ið hóskar til tykkara tørv.
Ring 717100Skriva til okkara