Fundarhøli

  • [ Ljóð- og myndagóðska í serflokki

  • [ Brúkaravinarligt og riggar hvørja ferð

  • [ Videofundir, framløgur, rúmstýring

Brúkaravinarlig fundarhølir

Eitt fundarhøli skal vera brúkaravinarligt og smidligt, øll skulu duga at brúka tað, og tað skal rigga hvørja ferð. Tað ljóðar sum ein sjálvfylgja, men flestøll hava helst upplivað at brúka óneyðuga tíð at fáa tøknina at rigga.
Vit eru serfrøðingar í útgerð til fundarhølir og hava veitt loysnir til omanfyri 100 fundarhølir í Føroyum. Tørvurin er ymiskur, og vit skræddarseyma loysnirnar til einhvønn tørv.
Umframt tørvsgreining veita vit alla útgerð, m.a. skíggjar, framløgutøkni, ljósvørpur v.m. Vit seta útgerðina upp á staðnum og uppseta tøkniliga.

Vit kenna losynirnar

Vit hava útgerð til alt frá lítla fundarhølinum til stóra ráðstevnuhølið

Videofundarútgerð

MS Teams, Cisco, Pexip... Vit hava hollar royndir og eitt breitt úrval av videofundarútgerð.

Fundarhølisskíggjar

Ein skíggi er ikki bert ein skíggi. Tað er týðningarmikið, at tú tekur hædd fyri umstøðunum og ráðførir teg um m.a. ljósstyrki, skygging v.m., tá tú velur skíggja.

Touch-skíggjar

Til skúlastovuna, til fundarhølið ella í verkætlanarrúminum. Vit veita eitt breitt úrval av touch-skíggjum.

Ljósvørpur

Hóast vit í dag veita flest skíggjar til vanlig endamál, eru støður, har ljósvørpa er betra loysnin. Vit finna rætta slag og stødd til endamálið.

Rúmstýringar

Fjarstýringar og káplar í eini fløkju, tað er uppskriftin upp á eitt óbrúkiligt fundarhøli. Við rúmstýring hvørva allir kaðalar og fjarstýringar, og vit skræddaraseyma eina brúkaraflatu til júst tín tørv.

Framløgutøkni

PC, Mac, Iphone ella Samsung. Sama hvat tól tú hevur við tær í fundarhølið, skal tað vera lætt at vísa tað á stórskíggjanum.
Loysnirnar eru ymiskar, men vit finna røttu loysnina til júst tín tørv.

Hvørja loysn hevur tú tørv á?
Ráðfør teg hjá okkum
Vit gera eisini serloysnir til títt/tíni fundarhøli, so tað er skjótt og lætt at ringja onnur upp, sum skulu luttaka á videofundi.

Rætta loysnin veldst um tín tørv og tínar fysisku karmar. Tí hava vit stórt úrval bæði av skipanum og fysisku útgerðini, ið skal tryggja tær eina góða uppliving - hvørja ferð.
Skriva til okkara
Ring 717101
Tilvísingar

Loysnir til stór og smá virkir