Vodafone

Tá Vodafone flutti í nýggj hølir í Tórshavn skuldi útgerðin í fundarhølunum dagførast.

Loysnin

Umframt skíggjar og Clickshare í øllum hølunum, var ynski um at gera eitt sindur meira burtur úr tí stóra fundarhølinum. Her settu vit eina hágóðsku ljósvørpu, eitt lørift og Clickshare upp og bundu alt saman í eina rúmstýring. Rúmstýringin ger, at tað ber til at tendra alla útgerðina við einum klikki, og so er hon klár at brúka. Vodafone sleppur undan at hava fleiri ymiskar fjarstýringar, ongar leidningar, ongar umformarar og einki órudd.

/KT-útgerð /KT-loysn/Brúkaravinarlig fundarhøli