TAKS

TAKS ynskti at betra um innanhýsis fundarvirksemi. Avbjóðingin var at fyriskipa fundir og fáa tað at bera til, at øll fingu komið á sama stað, til dømis til Havnar. Mangur fundur bleiv avlýstur orsakað av tíðarmangli í álmanakkanum hjá starvsfólki og líkindum at koyra, sigla ella flúgva.

 

Loysnin:

TAKS hevur fingið videofundarloysnir á allar skrivstovur, soleiðis at tað nú bert snýr seg um at trýsta á “Call”, heldur enn at skula koyra ella sigla á fundarstaðið. Harumframt hava tey eisini fingið skíggjar og Clickshare.

 

/Videofundir /KT-útgerð