Bakkafrost

/BAKKAFROST

Vit eru errin og fegin um, at Bakkafrost valdi Framskák sum veitara, tá fundarhølini í nýggja bygninginum á Glyvrum skuldu innrættast.

Bakkafrost ynskti í fyrstu syftu sjey einsrættað fundarhøli, og umráðandi var, at brúkarin var í miðdeplinum.

Øll fundarhølini eru útstýrd við professionellum UHD skíggjum frá LG og Clickshare sum framløgutól. Hetta merkir, at starvsfólk og viðskiftafólk lætt og tráðleyst kunnu deila sína framløgu á stórskíggja, uttan mun til, um ein nýtir Mac, PC, teldil ella snildfon. Við Clickshare er ikki neyðugt við leidningum og umformarum.

Umframt fundarhølini hava vit eisini veitt Bakkafrost skíggjar til móttøkuna og eina KT-loysn (sí eMóttøka).

Vit takka fyri álitið og gleða okkum til langt og gott samstarv.

Deildin á Strond hevur nú eisini fingið videoútgerð og tilhoyrandi KT-útgerð frá okkum, so sum Clickshare, Samsung Flip og videoskýggjar.

/Brúkaravinarlig fundarhøli