Samstarvið millum Betri-samtakið og Framskák byrjaði við, at Betri hevði tørv á videofundartøkni. Betri Banki og Betri Trygging brúka í dag videofundartøkni bæði í fundarhølum og á teldum hjá starvsfólki. Seinni er Clickshare og annað komið afturat.
Nýggj fundarhøli til Bakkafrost
Bakkafrost valdi Framskák sum veitara, tá fundarhølini í nýggja bygninginum á Glyvrum skuldu innrættast. Bakkafrost ynskti í fyrstu syftu sjey eins fundarhølir, og umráðandi var, at brúkarin var í miðdeplinum.
Framkomið fundarhøli til Petur Larsen
Tað var nærliggjandi hjá okkum at bjóða upp á uppgávuna, tá Petur Larsen gjørdi av at byggja eitt nýtt nútímans fundarhøli í einum eldri goymslubygningi, av tí at vit frammanundan vóru veitarar av videofundarútgerð hjá Peturi Larsen.
Ráðfør teg hjá okkum
Sum fastur veitari av kunningar tøkni og fundarhølum kenna vit loysnirnar og kunnu vísa tær á ta røttu loysnina.